Hanus skal avloysa Sverra

Hanus skal avloysa Sverra
Hanus á Gørðum verður nýggjur sjúkrahús- og fongsulsprestur, har hann avloysir Sverra Steinhólm.
Nýggi sjúkrahús- og fongsulspresturin, Hanus á Gørðum
 
07.04.2024 - 09:54

Sverra Steinhólm røkti hetta kall í útivið 28 ár, men varð í oktobur mánaði innsettur í nýggja starvið sum diakonprestur.

Hanus á Gørðum var prestvígdur í 2007, og virkaði at byrja við sum vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Síðani 2010 hann verið sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, og hann var tá fyrsti prestur, sum eftir yvirtøkuna av føroysku fólkakirkjuni varð settur í starv sum tænastumaður.

Uni Næs, dómpróstur, skipar Hanus á Gørðum í embætið í mai mánaði við gudstænastu í Vesturkirkjuni, og tekur nýggi sjúkrahús- og fongsulspresturin við starvinum tann 1. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938