Ísland: Misálit á ráðharra kann gera, at stjórnin rýkur

Ísland: Misálit á ráðharra kann gera, at stjórnin rýkur
Flokkur fólks­ins ætlar framvegis at leggja fram uppskot um misálit, tí Svandís Svavarsdóttir, ráðharri, steðgaði hvalaveiðu
Ætlandi kemur uppskotið um misálit á Svandis Svavarsdóttir, ráðharra, kemur á skránna hjá altinginum í morgin ella mikudagin.
 
08.04.2024 - 08:41

Uppskot um misálit kemur illa við, nú teir tríggir stjórnarflokkarnir í Íslandi royna at skipa nýggja stjórn, eftir at Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri, stillaði upp til forsetavalið.  

Flokkur fólks­ins ætlar framvegis at leggja fram uppskot um misálit, tí Svandís Svavarsdóttir, ráðharri, steðgaði íslendsku hvalaveiðuni dagin fyri, hon skuldi byrja í fjør summar.

Altingsins umboðsmaður hevur sagt, at ráðharrin hevði ikki lógarheimild til at taka hetta stigið.

 

Sjálfstæðisflokkurin ivasamur

Ætlandi kemur uppskotið um misálit á skránna hjá altinginum í morgin ella mikudagin.

Sagt verður, at ikki øll tingfólk Sjálfstæðisfloksins eru til reiðar at verja ráðharran.

Gera tey ikki tað, altso stuðla ráðharranum, rýkur samgongan, siga tey Vinstru-grønu.

Svandís Svavarsdóttir er í Vinstra-grøna flokkinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815