Hava framvegis ikki lýst eftir nýggjum stjóra til Bústaðir

Hava framvegis ikki lýst eftir nýggjum stjóra til Bústaðir
Tá Andras Róin var koyrdur til hús fyri tveimum mánaðum síðani, hevði skund at skifta stjóra á Bústøðum
Andras Róin, sum var stjóri í Bústøðum, var sendur til hús fyri tveimum mánaðum síðani. (Savnsmynd)
 
09.04.2024 - 08:35

Nú tveir mánaðir eru farnir, síðani Andras Róin, stjóri á Bústøðum, varð sendur til hús, er framvegis ikki lýst eftir nýggjum stjóra. 

Avgerðin at senda stjóran til hús var tikin á stýrisfundi 9. februar.

Grundgevingin hjá stýrinum fyri at koyra stjóran frá var, at stýrið skuldi fara undir menningartilgongd, sum ein nýggjur stjóri skal standa fyri. 

 

Nýggj strategi

Sambært svari til innlitsumbøn hjá Kringvarpinum vóru eingi skjøl ella samskifti annars um nakra nýggja strategi fyri Bústaðir.

Teitur Samuelsen, stýrisformaður fyri Bústaðir, sigur við Dag og viku, at avgerð er ikki tikin um, nær lýst verður eftir nýggjum stjóra fyri Bústaðir. 

Tað hevði annars skund at skifta stjóra á Bústøðum. Á sama stýrisfundi, 9. februar, samtykti stýrið fyri Bústaðir at seta Hjørdis Gaard Leiludóttir sum fyribils stjóra fyri Bústaðir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025