Plúmm fer at spæla á G! festivalinum í summar

Plúmm fer at spæla á G! festivalinum í summar
Legendariski føroyski bólkurin Plúmm verður millum nøvnini, sum fara at framføra á G! festivalinum í summar
Plúmmararnir eru Magnus Johannesen (tangentar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur) og Leivur Thomsen (gittara)
 
09.04.2024 - 10:20

Hvørt mansbarn í Føroyum kennir superhittið "Stjørnuskot". 

Tað, ið nógv kanska ikki vita, er, at "Stjørnuskot" frá 1984 var startskotið til føroyska superbólkin Plúmm, ið enn er virkin, og fer at spæla á G! festivalinum í summar. 

Plúmm er mannaður við nøkrum av dugnaligastu ljóðførisleikarar í Føroyum, sum hava myndað føroyska tónleikapallin í ein mansaldur. Plúmmararnir eru Magnus Johannesen (tangentar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur) og Leivur Thomsen (gittara).

 

Terjasa føstufressar

Kendasta avrikið hjá plúmmarunum er samstarvið við Terja Rasmussen, tá ið teir spældu við á plátuni "Terji & Føstufressar", sum varð kosin aldarinnar útgáva um aldarskiftið. 

Samstarvið við virda danska tónlistamannin Holger Laumann, sála, á útgávuni "Allar ættir" er sanniliga eisini ein varði innan fyri føroyskan fusjónstónleik, ið merkir blandingstónleik. 

Júst fusjón – hetta at blanda øll hugsandi sløg av tónleiki – fer at eyðkenna konsertina hjá Plúmm á G! festivalinum, boðar festivalurin frá í tíðindaskrivi. Plúmm fer at kóka eina tónleikaliga súpan av rokki, jazz, country, metal, opera og poppi. Aftur at sær hava plúmmararnir Johan Hentze (trompet) og James Goodwin (slagverk). 

 

Hvat: Plúmm (FO) á G! festivalinum
Hvar: í Syðrugøtu
Nær: 18.-20. juli
Nøvn: Highasakite (NO), Of Moster and Men (IS), Eivør (FO), Omar Souleyman (SY), Spectors (DK), Hamferð (FO), The Longest Johns (UK), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Dania (FO), Alice Boman (SE) Das Body (NO), Einangran (FO), Konsörn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) og Nelly Moar (NO)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858