Ójavnin økist, tá kvinnur fáa børn

Ójavnin økist, tá kvinnur fáa børn
Ólønta arbeiðið, sum verður gjørt í heiminum, verður í størri mun gjørt av kvinnum heldur enn monnum, tá familjan økist.
 
15.04.2024 - 11:10

Ólønta arbeiðið, sum verður gjørt í heiminum, verður í størri mun gjørt av kvinnum heldur enn monnum, tá familjan økist.

Áðrenn børnini koma, er arbeiðsbýtið í heiminum væl javnari, enn tað er, tá børnini eru komin, vísa tøl úr kanningini  Kyn, javnstøða og javnrættindi - hvat halda føroyingar, tí tá átaka kvinnurnar sær væl størri part av húsliga arbeiðinum, enn tær gjørdu áðrenn. 

Tað eru javnstøðunevndin saman við almanna- og mentamálaráðnum og demokratia sum hava gjørt kanningina í samstarvi við setrið.

- Tá børnini koma, útloysir tað eitt ójavnt arbeiðsbýti í mun til inntøku ella tað lønta arbeiðið, so vit kunnu siga, at kvinnur í veruleikanum tjena væl minni, tí teirra tíð fer til at taka sær av børnum og húski, og tí at so nógv ólønt arbeiði er, verður tað truplari at átaka sær meira lønt arbeiði. So vit kunnu siga, at hetta er byrjanin uppá, at tær gerast munandi fátækari, sigur Erika Hayfield, granskari á Setrinum, sum hevur verið við til at gera kanningina.

Kanningin vísir eisini, at kvinnur í væl størri mun enn menn halda, at vit ikki hava javnstøðu í Føroyum, at hetta hevur týdning fyri tær og at okkurt skal gerast við hetta. Menn, harafturímóti, halda javnstøðu hava týdning, men í nógv minni mun halda teir, at javnstøða er ein trupulleiki í Føroyum.

Orsøkirnar til hetta kunnu vera ymiskar, men Erika Hayfield sigur, at tað kann vera tí at støðan hjá monnum ger, at teir ikki síggja hesa undirumboðan sum ein trupulleika. Eisini snýr tað seg um, hvørt tað í veruleikanum er eitt frítt val kvinnurnar taka, ella um tað eru karmarnir, vit laga okkum eftir, sum skulu eftirhyggjast.
 

1667060

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938