Bønin er mær sum ein skottryggur vestur

Bønin er mær sum ein skottryggur vestur
Gestir í sendingini Skrivað stendur, eru Helgi Abrahamsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Tey skulu umrøða prædikutekstin, sum stendur í evangeliinum eftir Jóhannus. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.04.2024 - 08:30

- Hetta er kanska ikki tann lættasti teksturin at greina. Hevði tað verið eitt líknilsi, so hevði man kunnað tosað um myndatalu, men hetta er ein samrøða, sum Jesus hevur við lærusveinarnar, beint áðrenn hann skal ígjøgnum líðingina, uppreisn og himmalferð. Men her eru nógv gullkorn í, sigur Helgi Abrahamsen, um dagsin tekst.

Teksturin gevur okkum vón og troyst. Lærusveinarnir eru fjálturstungnir og bangnir, men Jesus uggar teir. Hetta er ein sterkur tekstur, sigur Elsebeth. 

Í samrøðuni verður nomið við fleiri evnir, so sum, um bøn gevur styrki og um tað kann góðtakast, at menniskja ger feilir. 

- Onkuntíð, tá ið okkurt stórt mál skal takast, so havi eg biðið um at fáa vegleiðing. Tað er ikki soleiðis, at eg fái svar, sum sigur, at eg skal gera so og so. Men fyri meg merkir tað, at eg kenni meg tryggan í avgerðini. Og tá ið avgerðin er tikin, kanst tú gott blíva hølvað ígjøgnum verbalt, men tá føli eg, at eg havi fingið so stóra styrki, at tað kennist næstan sum at hava ein skottryggjaðan vest. Bønin ger, at eg hvíli í mær sjálvari, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, um at biðja. 

- Eg haldi ikki, at bíblian heldur at tað er acceptabult, ella góðtekur, at vit gera feilir. Bíblian sigur eisini, at sum tú sáar skalt tú heysta. Eg og tú gera feilir, men eg haldi ikki, at man kann siga, at bíblia sigur, at tað er í ordan at dumpa og at tað er í ordan, at vit gera feilir. Bíblian staðfestir bara, at vit gera feilir, sigur Helgi Abrahamsen.

Sendingin Skrivað stendur er á skrá nú klokkan 11 í útvarpinum og hon er eisini tøk á netinum HER

 

Teksturin til triðja sunnudag eftir páskadag, onnur tekstarøð. 

Jóh. 14,1-11.

Jesus talar um burturferð sína

v1: «Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! 

v2: Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. 

v3: Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. 

v4: Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin.» 

v5: Tummas sigur við hann: «Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?» 

v6: Jesus sigur við hann: «Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. 

v7: Høvdu tit kent meg, tá høvdu tit eisini kent faðir mín. Og frá hesi stund kenna tit hann og hava sæð hann.» 

v8: Filippus sigur við hann: «Harri, sýn okkum faðirin, og tað er okkum nóg mikið.» 

v9: Jesus sigur við hann: «So langa tíð havi eg verið hjá tykkum, og tú kennir meg ikki, Filippus? Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæð faðirin; hvussu kanst tú tá siga: Sýn okkum faðirin? 

v10: Trýrt tú ikki, at eg eri í faðirinum, og faðirin er í mær? Tey orð, sum eg tali til tykkara, tey tali eg ikki av mær sjálvum. Men faðirin, sum í mær er, hann ger gerningar sínar. 

v11: Trúgvið mær, at eg eri í faðirinum, og faðirin í mær; men um ikki, tá trúgvið mær fyri sjálva gerninganna skuld!

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418