Netanyahu: Ísrael kann stríðast einsamalt

Netanyahu: Ísrael kann stríðast einsamalt
USA hevur boðað frá, at USA fer at halda vápnasendingum aftur, um Ísrael ger innrás í Rafah, men tað ávirkar ikki ísraelska forsætisráðharran
Benjamin Netayahu, forsætisráðharri, sigur, at Ísrael fer at stríðast, til bara neglirnar eru eftir.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.05.2024 - 08:37

- Ísrael klárar seg sjálvt og kann stríðast einsamalt, um tað skal vera.

Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eftir at USA hevur boðað frá, at tað ikki longur fer at veita vápn til Ísraels, um landið ger innrás í Rafah í Gasa.

- Verða vit noydd til tað, so standa vit einsamøll. Eg havi sagt, at um neyðugt, stríðast vit, til vit bert hava neglirnar eftir at stríðast við, sigur hann. 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur boðað frá, at USA fer at halda vápnum aftur, um Ísrael ger innrás í Rafah, skrivar BBC News.

Onkur sending av bumbum er longu hildin aftur, tí stúrt verður fyri, at ein slík innrás fer at krevja nógv sivil mannalív.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938