Flyta fólk burtur undan roykinum við Norðskála

Flyta fólk burtur undan roykinum við Norðskála
Foreldur at børnum í dagstovninum á Oyrarbakka hava fingið boð um at koma eftir børnunum og fáa tey kannað fyri roykeitran
Neyðugt hevur verið at flyta fólk burtur undan roykinum frá eldinum í sethúsunum við Norðskála.
Mynd: Kjartan Madsen  
 
22.05.2024 - 15:20

So nógvur roykur stóðst av eldinum í sethúsunum við Norðskála seinnapartin, at neyðugt hevur verið at flyta fólk burtur, upplýsir løgreglan.

Fólk í grannahúsum og handlum eru flutt burtur eins og í skúlanum við Streymin. 

Foreldur at børnum í dagstovninum á Oyrarbakka hava fingið boð um at koma eftir børnunum og fáa tey kannað fyri roykeitran.

Boðað var frá eldi í sethúsunum við Norðskála tíðliga seinnapartin. Húsini hava fingið stóran skaða, og sløkkiliðini eru farin at eftirsløkkja.

Eitt fólk er flutt á sjúkrahús.

Hoyr samrøðu, sum Emil Lisberg Jacobsen gjørdi við Jóannes Østerø, átaksleiðara hjá løgregluni, í útvarpstíðindunum:

 

22052024_Eldur_vid_Nordskala

 

Myndir: Kjartan Madsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531