Limatalið í fólkakirkjuni stendur í stað

Limatalið í fólkakirkjuni stendur í stað
41.705 fólk eru limir í fólkakirkjuni
Kirkjan í Skálavík.
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.05.2024 - 14:24

Í prosentum minkar limatalið alsamt.

Men annars stendur tað nøkunlunda í stað hjá fólkakirkjuni.

76,6 prosent av fólkatalinum eru limir í fólkakirkjuni. Talið var 77,1 prosent í fjør.

Í 2001 var talið 84,3 prosent, men tað er støðugt minkað síðani.

 

 

 

Flest í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi

Í prosentum hevur fólkakirkjan flestar limir í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Har eru 89,73 prosent í fólkakirkjuni, skrivar Hagstovan. Í Norðoya vestara prestagjaldi eru 60,34 prosent fólkakirkjulimir.

Men sjálvt limatalið minkar lítið og einki.

41.705 fólk eru limir í fólkakirkjuni. Tey vóru 41.712 í fjør og 41.810 í 2022.

61 kirkjur og trý bønhús, og 27 prestar eru í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938