Verkfall: Ferðamannaskip avlýst at koma á Havnina

Verkfall: Ferðamannaskip avlýst at koma á Havnina
Borealis hevur verið á Havnini fyrr, og er eitt ferðamannaskip við umleið 1.000 ferðafólkum 
Verkfallið ger, at ferðamannaskipið Borealis hevur avlýst at koma á Havnina.
Mynd: Fred. Olsen Cruise Lines  
 
22.05.2024 - 08:31

Ferðamannaskipið Borealis hevur avlýst at koma á Havnina í dag, tí verkfall er.

- Skipið hevur avlýst, tí vit ikki við vissu kunnu siga, um vit kunnu taka ímóti tí, sigur Hanus Mikkelsen, stjóri í Tórshavnar havn.

Hann fær ikki sagt, hvussu stórur missurin er í krónum og oyrum, men vísir á, at tað eru fleiri aktørar, sum missa inntøku, tí ferðamannaskipið ikki kemur á Havnina. 

- Tað eru sjálvstøðugt vinnurekandi í ferðavinnuni, eitt nú bussførarar, ið missa inntøku, sigur Hanus Mikkelsen. 

Borealis hevur verið á Havnini fyrr, og er eitt ferðamannaskip við umleið 1.000 ferðafólkum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655