Forða aftur Bygdaleiðum at koyra

bannari
Forða aftur Bygdaleiðum at koyra
Leið 400, 401 og 410 koyra ikki vegna forðingar, sigur Strandferðslan
Verkfalsforðingar gera, at fleiri leiðir hjá Bygdaleiðum ikki koyra í dag. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.05.2024 - 08:19

Stríðið um, hvørt Bygdaleiðir skulu koyra ella ikki, meðan verkfallið er, stendur við. 

Í gjár boðaði Strandferðslan frá, at leið 400, 401 og 410 fóru at koyra í dag. Tað eru leiðirnar millum Havnina, Klaksvík og Fuglafjørð. 

Men fyri løtu síðani noyddist Strandferðslan at boða frá, at hesar leiðirnar kortini ikki verða koyrdar - vegna forðingar, sum tikið verður til.

Allar leiðir hjá Bygdaleiðum eru útveittar til privatar fyritøkur, sum koyra fyri Strandferðsluna.

Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni sæst, at flestu leiðir hjá Bygdaleiðum eru raktar av verkfallinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040