Nógv fóru á sjúkrahús, men eingin er roykeitraður

Nógv fóru á sjúkrahús, men eingin er roykeitraður
Enn er ógreitt, hví eldur kom í eini sethús við Norðskála í gjár
Alt er brunnið innan úr húsunum við Norðskála.
Mynd: Kjartan Madsen  
 
23.05.2024 - 13:02

Nógv fólk fóru á sjúkrahús, og onnur komu undir læknahond á staðnum í sambandi við eldsbrunan við Norðskála í gjár, men eingin er roykeitraður.

Tað var um eitt-tíðina seinnapartin í gjár, at eldur kom í eini sethús við Norðskála.

Óvanliga nógvur roykur stóðst av eldinum, og løgreglan avgjørdi at flyta fólk burtur.

Eitt fólk, sum hevði tilknýti til húsini, kom fyrst undir læknahond á staðnum, men var síðani flutt á sjúkrahús.

Ein portørur kannaði eitt fólk í einum handli, har nógvur roykur var, og viðkomandi slapp síðani til hús.

Ein sløkkiliðsmaður hevði fingið smávegis skaða í sambandi við sløkkiarbeiðið. Ein portørur kannaði mannin, sum síðani var fluttur á sjúkrahús.

15 næmingar og lærarar í skúlanum við Streymin, har eisini nógvur roykur var, vóru fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

(Mynd: Kjartan Madsen)

 

Børn á dagstovni til kanningar

Ein dagstovnur er nærindis húsunum, sum eldur var í, og 90 børn og 25 starvsfólk komu undir læknahond á staðnum. Læknin sendi síðani tey víðari á sjúkrahús til kanningar.

Á Landssjúkrahúsinum vóru 48 børn kannað, men einki barn hevði fingið roykeitran. 

Seks fólk fóru av sínum eintingum á Klaksvíkar sjúkrahús at verða kannað, men eingin var roykeitraður.

 

(Mynd: Kjartan Madsen)

 

Ógreitt, hví eldur kom í

Enn veit løgreglan ikki, hvussu eldurin kyknaði. 

- Ein frágreiðing hjá einum fólki í húsinum kann geva ábendingar um, hví eldur kom í, sigur Jóannes Østerø, átaksleiðari hjá løgregluni. 

Hann greiðir frá, at eftir slíkan eld verður hildið vakt, og økið verður avbyrgt. Síðani fara brunafólk at kanna økið, hava samrøður við viðkomandi fólk, sum vóru á staðnum, og hyggja at myndum.

Hetta verður gjørt í næstum, sigur Jóannes Østerø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. oktober
Plátupanelið #021 (Break Up-plátur)
181685
Leygardag 5. oktober
Jambalaja - 051024
181682
Leygardag 5. oktober
Upp á tá - 041024
181681
Leygardag 5. oktober
Vikan - 5. oktober 2024
181672
Leygardag 5. oktober
Morgunlestur leygardagur 5. oktober 2024
180903
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488