Nú fer brennievni at ganga undan

Nú fer brennievni at ganga undan
Tað ganga ikki nógvir dagar, til tangarnir á bensinstøðunum eru tómir, siga stjórarnir í Effo og Magn
Á fleiri bensinstøðum er eingin dieselolja at fáa. Og bensinið er eisini farið at ganga undan.
 
23.05.2024 - 13:29

Tað ganga bara nakrir heilt fáir dagar, so eru tangarnir á bensinstøðunum tómir.

Tað siga stjórarnir í báðum oljufeløgunum.

- Vit hava diesel eftir á trimum bensinstøðum í Suðuroy, og vit hava bensin eftir á øllum støðum uttan á Argjum, Klaksvík, Leirvík og í Saltangará. Men tað gongur skjótt, so eg vænti, at tað verður tómt í morgin ella í ovurmorgin, sigur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo.

 

Gunnar Nielsen er stjóri í Effo. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hava keypt meira enn væntað

Tað hava verið langar bíðirøðir við bensinstøðirnar kring landið seinastu dagarnar, og tí hevur tað gingið eitt sindur skjótari at tøma tangarnar, enn leiðslurnar í oljufeløgunum roknaðu við, tá verkfallið byrjaði.

- Vit høvdu væntað, at tað fór at røkka til tvær vikur, so tað hevur gingið eitt sindur skjótari at tøma tangarnar, sigur Gunnar Nielsen.

Hjá Magn er støðan á leið tann sama sum hjá kappingarneytanum.

Finn Jakobsen sigur, at hjá teimum er tað bara á Sandi, at tey bæði hava diesel og bensin eftir í tangunum, men hann væntar somu gongd sum kappingarneytin ger.

- Vit vænta, at tað verður tómt, tá vikuskiftið er av, sigur Finn Jakobsen.

 

Finn Jakobsen, stjóri í Magn.

 

Rakar pendlarar

Tað vil siga, at tey, sum hava fylt sær tangan og skulu pendla til arbeiðis, kunnu gera tað, men tað merkir eisini, at tá tangin tømist, stendur bilurin.

Nær tað verður, veldst sjálvandi um, hvussu nógv verður koyrt, men tað er ikki óhugsandi, at tað gongur ein vika, so fara tangarnir, sum enn eru fullir, at tømast, og tað fer so at hava við sær, at alsamt fleiri fólk ikki sleppa til arbeiðis, tí bussarnir koyra heldur ikki.

 

 

Neyðsendarakfør

Hóast hvørki diesel ella bensin er eftir til vanligu brúkararnar, so fara fólk framhaldandi at síggja bilar við bensinstøðirnar. Tær eru partur av tilbúgvingini, og tí skal brennievni til bilar vera til taks til neyðsendarakfør.

- Tað hava vit sjálvandi, og har er eingin "góða mamma." Tí tað verður bara til neyðsendarakfør, siga báðir stjórarnir í oljufeløgunum.

Fólk kunnu annars fylgja við á heimasíðunum hjá oljufeløgunum. Har er yvirlit yvir, hvar brennievni enn fæst.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097