Treytir um gransking í PKU-kortunum

Treytir um gransking í PKU-kortunum
Nú PKU-kortini eru komin í varðveitslu hjá Heilsustýrinum í Føroyum, skal kunngerð gerast um, hvussu Heilsustýrið skal umsita tey
PKU verður eisini kallað hælroynd.
 
24.05.2024 - 06:21

Nú PKU-kortini eru komin í varðveitslu hjá Heilsustýrinum í Føroyum, skal kunngerð gerast um, hvussu Heilsustýrið skal umsita tey.

PKU-roynd, ella hælroynd, er ein kanning, sum verður bjóðað øllum nýføðingum, fyri at kanna um nýføðingurin hevur nakrar ávísar sjúkur.

Sambært uppskotinum um kunngerð, skal landsstýrisfólkið í heilsumálum velja nevnd fjórða hvørt ár, sum ger av, um granskingarverkætlanir kunnu fáa loyvi at granska í PKU-kortskránni.

Áðrenn loyvi verður givið til gransking í PKU-kortskránni, skal Vísindasiðseminevndin hava góðkent granskingarverkætlanina.

Í uppskotinum um kunngerð stendur, at fyri at sleppa at granska í PKU-kortskránni, skal granskingarverkætlanin vera mett at hava munandi samfelagsligan týdning.

Hon skal haraftrat koma við týðandi íkasti til føroyska heilsugransking, sum kann koma føroyska fólkinum til gagns. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375