Verkfallið rakar hýruvognskoyring hjá Auto og Bil

bannari
Verkfallið rakar hýruvognskoyring hjá Auto og Bil
Eingin hýruvognskoyring eru um kvøldið og náttina, men koyrt verður í sambandi við tilbúgvingina hjá Landssjúkrahúsinum
Hýruvognarnir hjá Auto og Bil í Havn avmarka nú koyringina, tí brennievnið er farið at ganga undan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.05.2024 - 10:21

Hýruvognsstøðirnar Auto og Bil í Havn broyta og skerja nú alla koyring, tí brennievnið er farið at ganga undan.

Alt virksemi hjá báðum feløgum heldur uppat í tíðarskeiðnum 18:00 til 06:00, til verkfallið er av. Tó verður koyrt í sambandi við tilbúgvingina hjá Landssjúkrahúsinum.

Hoyr samrøðu við Herluf Vang, stjóra í Auto, í útvarpstíðindunum:

 

27052025_Verkfall_og_hyruvognar

 

Privat hýruvognskoyring

Tað er ikki loyvt privatfólki at fáast við hýruvognskoyring, uttan at bilurin er góðkendur og førarin hevur serligt koyrikort til vinnuligan fólkaflutning.

Annika Poulsen, fulltrúi í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, sum umsitur hýruvognsloyvi, sigur soleiðis:

 

27052024_Annika_um_koyring

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094