Útróðrarbátar fáa fleiri dagar á Bankanum og línuskip færri

Útróðrarbátar fáa fleiri dagar á Bankanum og línuskip færri
Fiskidagatalið, sum var 330 dagar í fjør, verður 265 dagar í ár
Fiskidagatalið á Føroyabanka í ár verður 265 dagar, og útróðrarbátar fáa fleiri dagar enn línuskipini. (Savnsmynd)
 
29.05.2024 - 11:16

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú lýst kunngerð um fiskiskap á Føroyabanka í ár.

Fiskidagatalið, sum var 330 dagar í fjør, verður 265 dagar í ár.

Dagarnir verða býttir øðrvísi millum bólkarnar í ár. Útróðrarbátar fáa fleiri dagar og línuskipini færri.

Skipanin fyri útróðrarbátar undir 15 tons í bólki 5 er tann sama sum í fjør, og tað vera bara teir vinnuligu virknastu bátarnir, sum sleppa á Bankan. 

Treytin er, at báturin hevur avreitt fyri hálva millión krónur ella meira, í minsta lagi eitt av árunum 2021-2023.

Bátar í bólki 5, sum lúka treytirnar, og ætla sær á Føroyabanka, hava freist til 4. juni klokkan 16 at søkja Vørn um fiskiloyvi, sigur Fiskimálaráðið.

Kunngerðin kann lesast her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655