17 ára gamal tilflytari droymir um útbúgving: Málið er størsta avbjóðingin

17 ára gamal tilflytari droymir um útbúgving: Málið er størsta avbjóðingin
Franciszek Majewski úr Póllandi ætlar at gerast verkfrøðingur. Næsta stigið er at taka miðnámsskúlaprógv, men hetta letur seg illa gera í Føroyum uttan at duga føroyskt
Franciszek Majewski hevur søkt inn á Glasir, men útbúgvingin er bert á føroyskum, og tað kann vera avbjóðandi hjá einum, sum bert hevur búð í Føroyum í tvey ár.
Mynd: Mathias Dimon Næs  
 
30.05.2024 - 15:17
New div after blockquote

Eg fari at royna at sleppa inn á Glasir. Um tað ikki eydnast, so má eg finna mær okkurt arbeiði, meðan eg hugsi um eina aðra loysn. 

- Franciszek Majewski, 17 ár

 

Hann situr heima í stovuni hjá foreldrunum í einari íbúð í Havn, men um hann sjálvur slapp at velja, so hevði hann sitið í einari skúlastovu á Glasi. Sum nógv onnur ung, so ætlaði Franciszek Majewski sær á miðnámsskúla, tá hann var liðugur í 9.flokki í fjør, men hjá honum bar ikki til. 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Hann dugdi ikki nóg væl føroyskt, fekk hann at vita. Haraftrat vildi hann ganga á Glasi, og tað var ikki ein møguleiki, tí familjan tá búði í Lamba og ikki í Havn, greiðir hann frá.  So heldur enn at fara á miðnámsskúla, fór hann í 10.flokk, har hann kundi læra seg betur føroyskt. 

Støðan hjá Franciszek er ikki eitt eindømi. Í Breddanum í dag var viðgjørt, at fleiri ung, sum eru komin til Føroya sum stór børn ella hálvvaksin, hava stórar avbjóðingar at læra føroyskt og danskt nóg væl fyri at fáa eitt brúkiligt prógv í fólkaskúlaum. 


Verið í Føroyum í tvey ár

Pápi Franciszek Majewski hevur starvast í Føroyum í fleiri ár, meðan restin av familljuni hevur búð í Póllandi, haðani tey koma. Í 2022 tóku tey avgerð um, at øll familjan skuldi búgva saman, tí flutti Franciszek saman við mammu síni og yngru systrini til Føroya at búgva.

Tann tá 15 ára gamli Franciszek byrjaði í 9 flokki í Runavíkar kommunuskúla, har hann fekk somu undirvísing sum allir aðrir næmingar. Haraftrat fekk hann undirvísing í føroyskum sum annað mál í Glyvrar skúla.  

Tá skúlaárið var liðugt, fór hann til próvtøku sum allir aðrir næmingar, og fekk 9. floks prógv frá Runavíkar kommunuskúla. Í próvnum manglar tó danskt sum lærugrein, og tað er tí, at tað hevði verið ov trupult at læra tvey nýggj mál í senn, greiðir Franciszek Majewski frá. 
 

 "Vónandi kann ein vinarlig sál kann hjálpa mær at umseta" 

Um alt gongur eftir ætlan, byrjar Franciszek á náttúrubreytini á Glasi eftir summarfrítíðina. Eingin undirvísing er á enskum, tí má hann fáa undirvísing á føroyskum, og tað kann vera avbjóðandi, ásannar hann. 

New div after blockquote

Eg vóni at onkur vinarlig sál kann hjálpa mær at umseta, um eg ikki skilji eitthvørt. Tí tað er sjálvsagt trupult at læra, um eg ikki skilji tað, ið verður sagt.

- Franciszek Majewski, 17 ár

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Franciszek fer tí at hava tørv á at fáa hjálp til tað málsliga, sigur hann. "Tí tað er sjálvsagt trupult at læra, um eg ikki skilji alt, ið verður sagt".  

Hann skilir nógv føroyskt og tosar tað eitt sindur, meðan hann als ikki dugir danskt. Kortini vísir hann á, at nógv framkomin tøkni er, sum kann hjálpa til at umseta danskar bøkur o.a., sum verður brúkt í undirvísingini.

 

Málið er størsta avbjóðingin 

Franciszek lýsir seg sjálvan sum ein hampuliga dugnaligan næming, men sambært lærarum, so er hann serstakliga væl fyri. Hann hevur eisini sjálvur góðar vónir um sína framtíð og væntar, at hann fer at megna at ganga á miðnámi her í Føroyum. 

Hann leggur aftrat, at málið er størsta avbjóðingin í sambandi við útbúgvingina. Tí hevði hann viljað, at tað var lættari og meira atkomuligt at læra seg føroyskt. 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Enn er óvist um dreymurin at gerast verkfrøðingur verður veruleiki, men umsóknin til miðnámsútbúgvingina liggur klár. Nú er summarferia, og um nakrar vikur fær Franciszek at vita, um hann sleppur at ganga á Glasi eftir summarfrítiðina. 

Til ber at hoyra meira um hetta evnið við at lurta eftir Breddanum, sum viðgjørdi hvørjar møguleikar børn og ung við tilflytarabakgrund hava í fólkaskúlanum og miðnámi, tá tey koma til Føroya at búgva. 

Allur Breddin kann hoyrast her: Nógvir tilflytarar fáa ikki fólkaskúlaprógv

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112