Handverkarar taka støðu í næstu viku

bannari
Handverkarar taka støðu í næstu viku
Aðalfundurin í Føroya Handverkarafelag er útsettur, og tí verður tað ikki fyrr enn í næstu viku, at handverkarar taka støðu til, um tey skulu stuðla arbeiðarafeløgunum
Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag
 
31.05.2024 - 17:57

Tað verður ikki fyrr enn í næstu viku, at limafeløgini í Føroya Handverkarafelag fara at taka støðu til, um tey skulu stuðla arbeiðarafeløgunum í verkfalli.

Aðalfundur skuldi vera í Føroya Handverkarafelag í morgin, men fundurin er fyribils útsettur, sigur Suni Simonsen, formaður. Aðalfundurin skuldi vera á Hotel Vágum, men sambært formanninum er verkfallið orsøk til, at fundurin ikki kann haldast. 

Á aðalfundinum hesaferð skuldu limirnir taka støðu til, um og í hvønn mun felagið skal stuðla arbeiðarafeløgunum í teirra verkfalli:

-Vit taka eina endaliga støðu, fyrrapartin í næstu viku, sigur Suni Simonsen.

Limafeløgini í Føroya Handverkarafelag eru Klaksvíkar- , Norðstreymoyar-, Vestmanna-, Vága-, Fuglafjarðar - og Nes Sóknar Handverkarafelag, umframt Føroya Flogteknikarafelag.

Hini handverkarafeløgini eru limir í Landsfelag Handverkaranna. Tey eru Havnar-, Skála-, Vágs- og Tvøroyrar Handverkarafelag, umframt Grafiska Yrkisfelagið.

 

Hoyr samrøðu við Suna Simonsen:

Foroya_Handverkarafelag_-_jbh_-_1800

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970