Avgerð um kongsvitjan ein av næstu døgunum

Avgerð um kongsvitjan ein av næstu døgunum
Verður ongin loysn á verkfallinum miðskeiðis í vikuni, verður vitjanin av ongum, sigur løgmaður
 
02.06.2024 - 18:13

Tað er nú góð hálvonnur vika til Fríðrikur kongur og Mary drotning eftir ætlan skulu á fyrstu almennu vitjanina í Føroyum sum kongshjún.

Men verkfallið ger, at ivamál eru um vitjanina.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur í stuttari viðmerking við Kringvarpið í dag, at tey fylgja gongdini við verkfallinum, men er onki hent við verkfallinum miðskeiðis í komandi viku, verður vitjanin av ongum á hesum sinni.

Fríðrikur kongur og Mary drotning skulu eftir ætlan vera í Føroyum frá 11. til 14. juni.

Tað eru í morgin 3 vikur, síðani verkfallið byrjaði. Hósdagin hittust verkafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag við Semingsstovninum, men semingsmaðurin metti tað ikki vera grundarlag fyri at fara undir semingsroynd tá.

Sum Kringvarpið skilir í dag, er onki hent millum partarnar síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458