Sjey vilja vera stjóri á Landsverki

Sjey vilja vera stjóri á Landsverki
Starvið er áramálssett í fimm ár, men møguleiki er at leingja setanina trý ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.06.2024 - 12:18

Sjey fólk vilja vera stjóri á Landsverki.

Tá freistin at søkja starvið fór á midnátt, vóru sjey umsóknir komnar, upplýsir Elin Mortensen, aðalstjóri í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.

Starvið sum stjóri á Landsverki er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. 

Talan er tó ikki um tænastumannastarv. 

Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum.

Starvið er áramálssett í fimm ár, men møguleiki er at leingja setanina trý ár. Ein eyka viðbót verður latin fyri áramálssetan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952