- Tíðindi, mentan og ítróttur
1000 ára gomul KÍ-perla funnin í Borðoyavík

- Vit siga í skemti, at hetta er ein KÍ-perla, tí hon hevur tann eyðkenda bláa litin, sigur ein brosandi Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.
Tað er í víkingatoftunum Niðri í Toftum í Borðoyarvík í Klaksvík, at tey hava funnið perluna. Fólk frá Tjóðsavninum tók upp aftur forngrevstur har síðsta summar.
VIDEO: Tað er her í Borðoyavík í Klaksvík, at Tjóðsavnið í fleiri umførum hevur grivið í fornari víkingabúseting.
- Vit funnu perluna í einum øki, sum hellur oman í móti áarbakkanum og sjóvarmálanum. Perlan er úr glasi og hon er innflutt til Føroya í víkingatíð, greiðir Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús.
Perlan er helst komin úr Ribe ella Hedeby, sum vóru stórir handilsstaðir í víkingatíð, har hon antin er keypt beinleiðis, ella innflutt við skipið til Føroya.
- Perlan hevur verið partur av eini hálsketu ella armbandi, leggur Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús frá.
Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen
Tað er Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, ið hevur staðið fyri útgrevstrinum síðsta ár. Her hyggja tey at einum gomlum klíggjasteini, sum í fornari tíð varð bundin upp í endan á garnið á einum klíggjavevi (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Fyri yvir túsund árum síðani stóð eitt víkingalanghús Niðri í Toftum í Borðoyavík. Húsið hevur verið 14 metrar langt og 4,5 metrar breitt. Tað hevur havt bogaðar útveggir og høga reising.
Líka síðani 1969 hava fornfrøðingar í fleiri umførum grivið niðri í Toftum, og í summar er ætlanin at gera hetta arbeiðið liðugt.
Flatir steinar, har rivur eru ristar í. Hesir steinar hava verið brúktir at baka breyð á og hava virkað sum bakipappír. Teir eru innfluttir til Føroya og eru helst úr miðøld. Funnir í toftunum í Borðoyavík.
Ein vøkur perla, sum eisini er funnin í víkingatoftunum í Borðoyavík.
Royðugrót, brúkt til at spinna við.
Tey hava funnið fleiri steinar, sum hava verið brúktir til bríni. Her er eina rásteinur, helst innfluttir úr Noregi, sum hevur verið ætlaður sum bríni.
Steinar, ið hava verið brúktir sum pottar ella íløt.
Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, stendur fyri útgrevstrinum NIðri í Toftum í Borðoyavík (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
"Vit siga í skemti, at hetta er ein KÍ-perla, tí hon hevur tann eyðkenda bláa litin."
Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur
Bláa perlan varð funnin heilt tætt við sjóvarmálan.































