Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið til seming í dag

Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið til seming í dag
Nú er greitt, at semingsroyndin við Maskinmeistarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið verður hvør sær
Terje Sigurðsson, semingsmaður, fer undir semingsroynd millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið seinnapartin.
 
11.06.2024 - 09:09

Klokkan 13 í dag byrjar semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um limirnar í Maskinmeistarafelagnum, sum starvast hjá Strandfaraskipum landsins. 

Semingin verður á Semingsstovninum.

Skipara- og navigatørfelagið fer til seming seinni í vikuni, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, í stuttari viðmerking.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagum, sigur, at Maskinmeistarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið hava noktað fyri at semjast saman, og tí verður semingin hvør sær. 

Skipara- og navigatørfelagið skal til seming í morgin kl. 10.

- Við okkum hava vit eitt samráðingarupplegg og ymisk semingsuppskot, sum partarnir báðir hava lagt fram í hesi tilgongdini, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221