Á Breddanum: Val í Fraklandi í ótíð

Á Breddanum: Val í Fraklandi í ótíð
Høgravongurin vann stórsigur á ES-valinum, og tað hevði við sær, at Emmanuel Macron óvæntað hevur skrivað út val til tjóðartingið
Úrslitið av ES-valinum gjørdi, at Emmanuel Macron, forseti, hevur skrivað út val í Fraklandi í ótíð.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.06.2024 - 09:34

Val verður í Fraklandi í ótíð

Emmanuel Macron, forseti, skrivaði út val, tá tað var greitt, at høgrivongurin vann stórsigur á ES-valinum. 

Londini í ES valdu síni umboð í ES-tingið frá 6. til 9. juni. 

Val gav flokkinum hjá Marine Le Pen yvir 30 prosent av atkvøðunum, meðan flokkurin hjá franska forsetanum Emmanuel Macron einans fekk 15 prosent.

Tí vil forsetin hava hava fraklendingar at velja nýtt ting í ótíð. Men hvat hendir, um Macron tapir?

Í Breddanum í dag varpa vit ljós á politisku støðuna í Fraklandi 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður stroymd her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234