Stjørnuskot tryggjaðu vertstjóðini stórsigur

Stjørnuskot tryggjaðu vertstjóðini stórsigur
Stjørnuskotini Florian Wirtz og Jamal Musiala vóru millum málskjúttarnar, tá Týskland fekk dreymabyrjan upp á EM við 5-1 sigri á Skotlandi, sum leingi spældi við 10 monnum
Harmur og gleði: Florian Wirtz fegnast, meðan skotsku viðhaldsfólkini skriða sær í nakkanum
Mynd: Fabrice Coffrini/AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.06.2024 - 22:06

Florian Wirtz og Jamal Musiala vóru millum málskjúttarnar, tá Týskland vann 5-1 á Skotlandi og fekk eina dreymabyrjan upp á EM-endaspælið á heimavølli.

Týskland avgjørdi dystin við trimum málum í fyrra hálvleiki, og tá Skotland mátti spæla við 10 monnum allan seinna hálvleiki, legði heimaliðið tvey mál afturat, meðan Skotland fekk eitt at troysta seg við. 

Tað tók týskarunum bert 10 minuttir at leggja seg framum. Tað var Leverkusen-stjørnuskotið Florian Wirtz sum skoraði við góðum skoti av brotsteigarmarkinum. Níggju minuttir seinni var tað hin stóra unga stjørnan, Jamal Musiala, sum økti úr stuttari frástøðu eftir frálíkt týskt spæl.

 

 

Var støðan hjá Skotlandi vánalig, versnaði hon uppaftur meir beint fyri steðgin. Ryan Porteous feldi İlkay Gündoğan í brotsteiginum, og VAR syrgdi fyri, at hann fekk reyða kortið, og heimaliðið fekk brotsspark. Tað setti Kai Havertz í netið.

Eftir steðgin sat Týskland á øllum, og innskifti Niclas Füllkrug økti til 4-0 við einum kanónskoti. Skotland fekk minkað um munin, tá Antonio Rüdiger setti bóltin í egið mál, men Emre Can fekk síðsta orðið í yvirtíðini. 

Vertstjóðin fekk tískil frálíka byrjan á heimavølli, og boðini vóru greið. Týskland er ikki við til stuttleikar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329