266b: Ákærdur fyri at hava skrivað niðrandi um samkynd

266b: Ákærdur fyri at hava skrivað niðrandi um samkynd
Maðurin játtar seg sekan
Ein 58 ára gamal maður er ákærdur eftir grein 266b, tí hann 9. november í 2022 skrivaði niðrandi um samkynd á Vágaportalinum. (Savnsmynd)
 
17.06.2024 - 08:54

Í morgin er eitt revsimál um grein 266b í rættarlistanum hjá Føroya rætti.

Ein 58 ára gamal maður er ákærdur, tí hann 9. november í 2022 skrivaði niðrandi um samkynd á Vágaportalinum.

Maðurin játtar seg sekan.

Nógv rok var í Føroyum, tá løgtingið í 2006 koyrdi kynsligan samleika upp í 266b.

 

Ákæruvaldið krevur sekt

Men síðani tá er lógargreinin sera sjáldan brúkt í rættarmálum. Hon er bara brúkt tvær ella tríggjar ferðir. 

Grein 266b í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.

Kravið hjá ákæruvaldinum í morgin verður sekt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040