Útfluttu fyri 56 milliónir til Russlands í apríl

Útfluttu fyri 56 milliónir til Russlands í apríl
Innflutningurin var sera lítil, bara 15.600 kr. í apríl
Útflutningurin í apríl var m.a. olja til russisk skip, sum bunkraðu í Føroyum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
19.06.2024 - 08:14

Føroyar útfluttu fyri góðar 56 mió. kr. til Russlands í apríl í ár.

Talan er um olju til russisk skip, sum bunkra í Føroyum, og fisk.

Síðani 1.januar hava Føroyar útflutt fyri slakar 260 mió kr. til Russlands.

Innflutningurin er sera lítil, bara góðar 15.600 kr. í apríl.

Til Hvítarusslands var útflutt fyri fýra milliónir krónur í apríl.

Til 1. mai var útflutt fyri slakar 10 milliónir til Hvítarusslands.

Innflutningurin haðani er sera lítil, fyri góðar 3.560 krónur í apríl.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129