BankNordik eitur nú Føroya banki

BankNordik eitur nú Føroya banki
Eykaaðalfundurin samtykti eisini 18 hjánøvn millum annað Norðoya banki, Sjóvinnubankin, Amagerbanken, og BankNordic
Eykaaðalfundurin samtykti, at navn bankans er partafelagið Føroya banki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.06.2024 - 08:17

BankNordik hevur nú fingið góðkenning frá teimum, sum eiga bankan, at hann skal eita Føroya banki.

Tað var samtykt á eykaaðalfundi 18. juni.

Hann samtykti, at navn bankans er partafelagið Føroya banki.

Eykaaðalfundurin samtykti eisini 18 hjánøvn, millum annað Norðoya banki, Sjóvinnubankin, Amagerbanken, og BankNordic.

 

Marjun Hanusardóttir í nevndina

Á eykaaðalfundinum var fyrrverandi løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, vald í nevndina.

Marjun Eystberg bað um at sleppa úr nevndini.

Hon var vald á aðalfundinum 21. mars í ár.

Marjun Hanusardóttir verður í fyrstu atløgu í nevndini hjá Føroya banka, til aðalfundin næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860