Vanrøkt vanligasta orsøkin, at børn enda hjá barnaverndini

Vanrøkt vanligasta orsøkin, at børn enda hjá barnaverndini
Í nógv teimum flestu førunum fær barnaverndin fráboðan frá løgregluni
Barnaverndin fekk 662 fráboðanir í fjør. 169 teirra vóru frá løgregluni. (Savnsmynd)
 
24.06.2024 - 08:37

Vanrøkt er vanligasta orsøkin til, at børn enda hjá barnaverndini.

Í fjør vóru 359 slíkir tilburðir.

Nógv teir flestu eru um kensluliga ella sálarliga vanrøkt. Teir vóru 227 í fjør.

13 mál eru um likamliga vanrøkt. 97 tilburðir um harðskap vóru í fjør.

Í 33 teirra er talan um kynsligan harðskap ella ágang.

Í nógv teimum flestu førunum fær barnaverndin fráboðan frá løgregluni. 

Barnaverndin fekk 662 fráboðanir í fjør. 169 teirra vóru frá løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037