Skal vera lættari at koppseta seg á apotekunum

Skal vera lættari at koppseta seg á apotekunum
Uppskot er gjørt um at broyta lógina um apoteksverkið
Í nógvum londum er koppseting á apotekum ein natúrligur partur í heilsutænastunum. (Savnsmynd)
 
25.06.2024 - 08:14

Tað skal gerast lættari hjá apotekunum at koppseta fólk.

Uppskot er gjørt um at broyta lógina um apoteksverkið.

Skotið verður upp, at apotekarar sleppa at gera avtalu við, ella seta í starv, heilsustarvsfólk, sum kann koppseta fyri apoteksverkið.

Kanningar í øðrum londum vísa, at atkoma til tilboð um koppseting hevur ávirkan á, hvussu nógv fólk taka av tilboði um koppseting.

Í nógvum londum er koppseting á apotekum ein natúrligur partur í heilsutænastunum.

Í Føroyum forðar lógin fyri nóg góðari atkomu til koppsetingartilboð, fyri at fólk kunnu lata seg koppseta, har tey vilja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672