Granskaðu fyri 376 milliónir í 2022

Granskaðu fyri 376 milliónir í 2022
Upphæddin svarar til 1,5 prosent av bruttutjóðarúrtøkuni, men tað er nógv minni, enn hini Norðanlondini brúka til gransking
Talið á granskarum í Føroyum er meira enn tvífaldað seinastu 20 árini. Í 2022 vórðu tilsamans 276 ársverk innan gransking og menning, sigur Granskingarráðið. (Savnsmynd: Granskingarráðið)
 
28.06.2024 - 14:39

Almennir stovnar og fyritøkur í Føroyum brúka munandi meira til gransking og menning á royndarstigi enn fyri 20 árum síðani.

Tað skrivar Granskingarráðið.

Í 2022 varð granskað fyri 376 milliónir kr. Upphæddin svarar til 1,5 prosent av BTÚ, bruttutjóðarúrtøkuni.

Tað er tó minni partur av BTÚ enn í hinum Norðanlondunum. Í Danmark eru útreiðslurnar 2,9 prosent, í Íslandi 2,7 prosent, í Noregi 1,6 prosent og í Svøríki 3,4 prosent av BTÚ.

 

 

Langt eftir á mál

Hóast støðan er betri enn fyri 20 árum síðani, so er enn langt á mál at røkka teimum 3 prosentunum, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.

Evroparáðið setti í ár 2000 sum mál, at londini í Evropa skuldu brúka trý prosent av BTÚ til gransking og menning í 2010.

Trý prosent er eisini tað, Ráðið fyri Gransking, Menning og Nýskapan mælir til.

Nýggju hagtølini vísa sostatt, at Føroyar enn eru langt frá málinum, skrivar Granskingarráðið.

 

Annika Sølvará er stjóri í Granskingarráðnum.

 

Tvífalt so nógvir granskarar

Talið á granskarum í Føroyum er meira enn tvífaldað seinastu 20 árini. Í 2022 vórðu tilsamans 276 ársverk innan gransking og menning. 

Í 2003 vóru 131 ársverk.

Umleið  eins nógvar kvinnur og menn eru granskarar, 153 menn og 123 kvinnur. 

Tó eru fleiri menn teknikarar og vísindalig hjálparfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846