Hvast orðaskifti í fyrstu hólmgonguni

Hvast orðaskifti í fyrstu hólmgonguni
Joe Biden, forseti, legði avbjóðaran, Donald Trump, undir at lúgva, og Donald Trump segði, at Biden hevur ábyrgdina av, at inflatiónin drepur USA
Frá hólmgonguni millum Trump og Biden á CNN í nátt.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.06.2024 - 08:30

Amerikanski forsetin Joe Biden sigur seg vera nøgdan við hólmgonguna við fyrrverandi forsetan Donald Trump í nátt. 

- Eg haldi, at tað gekk væl, segði Biden, tá ið hann hitti fjølmiðlar eftir kjakið, skrivar CNN.

Spurdur, hvat hann heldur um ringu umrøðuna, sum hann fekk eftir kjakið, svarar Biden, at tað er torført at kjakast við ein, sum lýgur. New York Times hevur staðfest, at hann leyg 26 ferðir, stórur lygnari, segði Biden. 

Amerikanska tíðindarásin CNN hevur kannað fleiri útsagnir hjá Joe Biden og Donaldi Trump undir kjakinum í nátt. 

Og har vera fleiri útsagnir hjá Trump vístar aftur sum ósannar ella falskar.

 

Joe Biden, forseti. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Hækka skattin

M.a. segði hann, at demokratarni vilja 'drepa børn í áttanda og níggjunda mánaði í viðgongutíðini, ella 'til og við eftir føðing'.

Tað skrivar CNN er ósatt.

Trump segði eisini, at Biden fer at hækka skattin, so at hann verður fýra ferðir størri, enn hann er í dag. Tað sama segði hann undir hólmgonguni millum teir báðar upp undir forsetavalið í 2020.

Fakta-kannarar hjá CNN vísa hesum aftur.

 

Inflatiónin drepur

Fyrrverandi forsetin Donald Trump fanst hvassliga at sitandi forsetanum Joe Biden undir fyrsta parti av kjakinum, sum var um búskap. 

- Hann hevur ikki gjørt eitt gott arbeiði. Hann hevur gjørt eitt vánaligt arbeiði. Inflatiónin drepur landið landið hjá okkum. Hon drepur okkum øll, segði Trump.

Biden royndi at svara aftur við at vísa á mistøk hjá Trump.

- Vit mugu hyggja at støðuni, sum var, tá ið eg tók við sum forseti. Búskapurin hjá okkum var í fríum falli, svaraði Biden.

 

Donald Trump, fyrrverandi forseti. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Aldur

Joe Biden skifti skjótt evni, tá ið orðstýrarin spurdi um aldur og trygd fyri starvinum sum forseti.

Biden kom fyrst við viðmerkinum um, at Trump ikki er nógv yngri.

- Hesin maðurin er trý ár yngri, og hevur nógv færri førleikar, segði Biden.

Síðani skifti hann skjótt evni og tosaði um búskaparpolitikkin í heiminum. 

Men eina løtu datt hann um orðini,  og tað flutti ikki uppmerksemið burtur frá, hvussu gamal hann er.

Hinvegin reypaði Trump um sínar framúrskarandi kognitivu kanningnar, og at hann herfyri vann eina golfkapping. 

Hann bjóðaði eisini Biden av í eini kognitivari kanning.

Her eru brot úr tí partinum av kjakinum:

 

28062024_Biden_og_Trump


 

Eigur at taka seg aftur

Ein limur floksleiðsluni hjá demokratunum sigur, at hon heldur, at Joe Biden eigur at taka seg aftur sum forsetavalevni.

- Tíðin nú hevði verið tann rætta, tá vit hugsa um heilsustøðuna, sigur Natida B. Ahmad, sambært New York Times.

Og stúrarin breiðir seg víðari í flokkinum.

- Hann hevði eitt mál, sum hann skuldi røkka, og tað var at vissa USA um, at hann er førur fyri at røkja starvið í sínum aldri, og tað eydnaðist honum ikki, sigur fyrrverandi demokratiski senatorurin Clair McCaskill, sambært The Washington Post. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366