Dýrari at byggja eftir nýggju byggikunngerðini

Dýrari at byggja eftir nýggju byggikunngerðini
Hóast byggingin er dýrkað, er viðlíkahaldið bíligari, tí krøvini í byggikunngerðini gera, at betur verður bygt
Áðrenn nýggja byggikunngerðin kom, var fermetraprísurin 13.500 kr., men í 2017 og 2018 var prísurin 15.200 kr. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
01.07.2024 - 08:56

Fermeturin bleiv 11 prosent dýrari, tá byggikunngerðin, BK17, kom í 2017.

Í 2015 og 2016 kostaði fermeturin í miðal 13.500 kr. Tá er talan um smærri bygningar.

Í 2017 og 2018 var prísurin 15.200 kr.

Tølini eru úr ritgerð hjá Karsteni Karbech Saxov, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur fingið loyvi til brúka í svari sínum til Beinir Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi um BK17. 

Men hóast BK17 ger bygging dýrari, er viðlíkahaldið bíligari, tí krøvini í BK17 gera, at betur verður bygt.

Millum annað er orkunýtslan ein fjórðing minni.

Ingilín D. Strøm heldur, at skilagott hevði verið at eftirmett BK17. Ein dagføring kann vera hóskandi, sigur hon í svarinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342