Íslendska makrelveiðan er byrjað

Íslendska makrelveiðan er byrjað
Makrelfiskiskapurin byrjar eitt sindur fyrr í ár enn í fjør, tá hann byrjaði 9. juli
Beitir er eitt av íslendsku uppsjóvarskipunum.
Mynd: Fiskifréttir  
 
03.07.2024 - 09:05

Íslendska makrelveiðan er byrjað.

Makrelurin er stórur, millum 500 og 570 gramm.

Øll íslendsku uppsjóvarskipini eru farin at fiska makrel.

Nøkur teirra eru í altjóða sjógvi í Smoguni, og onnur í íslendskum sjógvi.

Makrelfiskiskapurin byrjar eitt sindur fyrr í ár enn í fjør, tá hann byrjaði 9. juli.

Føroyski makrelfiskiskapurin er ikki byrjaður enn.

Hann plagdi at byrja fyrst í august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541