Tjóðsavnið fær 1,4 milliónir í eykajáttan

Tjóðsavnið fær 1,4 milliónir í eykajáttan
Peningurin skal nýtast, nú blámusoppur er staðfestur á goymsluni hjá Tjóðsavninum í Hoyvík
Her er dømi um, at gripir, sum eru á goymsluni hjá Tjóðsavninum, eru raktir av blámusoppi.
Mynd: Bárður Veihe  
 
05.07.2024 - 13:00

Fíggjarnevndin samtykti fyrrapartin at játta 1,4 milliónir krónur í  til Tjóðsavnið, nú blámusoppur er staðfestur á goymsluni hjá savninum í Hoyvík.

Talan var um eitt skundmál, tí løgtingið er farið í summarfrí.

Kortini skuldi málið viðgerast sum øll onnur mál í fíggjarnevndini, sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í løgtingsins fíggjarnevnd.

 

Herleif Hammer er stjóri á Tjóðsavninum. 

 

Tríggjar innkallingar

Tríggjar innkallingar vóru í sambandi við umbønina hjá Tjóðsavninum um eykajáttan: landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Tjóðsavnið og Landsverk.

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, segði við útvarpið í gjár, at umframt at gripirnir á savninum kunnu fara fyri skeytið, er heilsan hjá starvsfólkinum eisini í vanda.

Hann segði eisini, at umframt bráðfeingis broytingar, hhevði tað verið best, um Tjóðsavnið fær nýggj høli til at goyma mentanararvin.

Meira verður at frætta um eykajáttanina í tíðindunum á nátturða.

Sí eisini: Blámusoppur á Tjóðsavninum: Allur mentanararvurin í vanda

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558