Rok á Skálagarði: Ósemja frá byrjan

Rok á Skálagarði: Ósemja frá byrjan
Ósemjan millum leiðaran á Skálagarði og eindarleiðaran í Almannaverkinum byrjaði longu, áðrenn Skálagarður læt upp í mars 2023.
Í mars 2023 læt Skálagarður upp, og mánaðin eftir var móttøka. Til móttøkuna hómaðist ikki, at ósemja var millum Elina Danielsen og Mildrid á Lógv. Ein ósemja, sum byrjaði áðrenn Skálagarður læt upp.
Mynd: KVF  
 
08.07.2024 - 14:22

- Havi higartil ikki verið úti fyri, at leiðarar hava víst ein slíkan hugburð, tá talan er um heilt grundleggjandi leiðreglur á stovninum.

Tað skrivar HR-leiðarin í Almannaverkinum, Inna Sigvardsen, í notati eftir kaffifund við Mildrid á Lógv, nú fríttstillaða leiðaran á Skálagarði.

 
Skálagarður:
Skálagarður er bú-, umlættingar- og endurmenningardepil fyri fólk úr øllum Føroyum við seinheilaskaða í aldrinum 18-67 ár.
Hugtakið seinheilaskaði verður nýtt, tá ið heilaskaðin ikki er viðføddur, men er íkomin seinni í lívinum.
Á stovninum er pláss fyri 15 fólkum.
 

Ósemja longu áðrenn, stovnurin læt upp

Skálagarður læt upp á vári í 2023, og allan februar mánað nýttu starvsfólkini til at fyrireika upplatingina. Starvsfólk, nýggi leiðarin og fólk uttaneftir tóku lut í innleiðsludøgunum. Millum teirra, sum tóku lut, vóru sálarfrøðingur og onnur fólk við serkunnleikum.

Leiðarin á Skálagarði, Mildrid á Lógv, byrjaði í starvinum longu 1. septembur árið fyri.

Nakrar vikur seinni,  24. oktobur 2022, varð hon boðin á kaffifund við  HR-leiðaran, sæst í innliti, sum KVF hevur fingið.

Mildrid á Lógv og Elin Danielsen, eindarleiðari í Almannaverkinum, vóru tann dagin á fundi hjá HR-leiðaranum. Elin Danielsen er leiðari hjá Mildrid á Lógv.

 

Leiðarin á Skálagarði skilti ikki leiðreglur

Talan var um sokallaðan "Kaffifund við HR-leiðaran", ið sambært notatinum er ein fundur, sum allir nýggir leiðarar í Almannaverkinum fáa innbjóðing til. 

Vanliga møtir nýggi leiðarin einsamallur á fundi við HR-leiðaran, men í hesum føri hevði eindarleiðarin biðið um at vera við. Orsøkin til hetta var, at hon vildi umrøða talufrælsi og fjølmiðlaumrøðu. Mildrid á Lógv hevði fingið eina áheitan frá Norðlýsinum um Skálagarð, og sambært eindarleiðaranum hevði hon ilt við at skilja, at hon ikki kundi úttala seg um stovnin. 

Elin Danielsen hevði í hesum sambandi víst Mildrid á Lógv á leiðreglurnar hjá Almannaverkinum hesum viðvíkjandi, og at tað er ovasta leiðslan, sum úttalar seg til fjølmiðlarnar.  Og um leiðarin á Skálagarði úttalaði seg, skuldi tað vera í samráði við leiðsluna. 

Skálagarður læt upp 1. mars 2023. 
 

Sera harðmælt samskifti

Á fundinum gjørdist samskiftið hart, sæst í notatinum. Fleiri ferðir varð roynt at greiða Mildrid á Lógv frá kommandovegunum, sum allir leiðarar og starvsfólk skulu halda seg til, men tað tóktist ikki, sum Mildrid "annaðhvørt vildi góðtaka at so var ella møguliga hevði ilt við at skilja at so var".

Samskiftið millum Mildrid á Lógv og Elina Danielsen á fundinum var sera harðmælt, skrivar HR-leiðarin.

At enda í notatinum staðfestir HR-leiðarin eisini, at fundurin var ein heilt serligur av sínum slagi fyri hennara viðkomandi, og at hon ikki áður hevði upplivað slíkan hugburð.

Leiðarin á Skálagarði, Mildrid á Lógv, hevur ikki verið til arbeiðis, síðani hon á fundi 1. juni fekk boð um, at Almannaverkið vildi enda samstarvið við hana. Orsøkin var, at tey høvdu ikki álit á, at hon megnaði at fáa Skálagarð til eitt vælvirkandi arbeiðspláss. Leiðslan helt ikki, at Mildrid á Lógv røkti starvið til fulnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480