10.000 færri børn í Grønlandi um 25 ár

10.000 færri børn í Grønlandi um 25 ár
Í ár eru 49.957 fólk í Grønlandi, sum eru fødd í Grønlandi
Fyri tíggju árum síðani blivu okkurt um 800 børn fødd um árið í Grønlandi. (Savnsmynd: Sermitsiaq)
 
10.07.2024 - 10:58

Nú vera so fá børn fødd í Grønlandi, at hagstovan har væntar, at tey vera stívliga 10.000 færri í 2049, um 25 ár.

Í ár eru 49.957 fólk í Grønlandi, sum eru fødd í Grønlandi.

Við hetta lag vera tey tíggju túsund færri um 25 ár, vísir framteljingin hjá hagstovuni.

Í Grønlandi búgva 6.742 fólk, sum ikki eru fødd í Grønlandi.

Tað talið fer ikki at minka, væntar Hagstovan.

Fyri tíggju árum síðani blivu okkurt um 800 børn fødd um árið í Grønlandi.

Um tíggju ár vera tey færri enn 600 um árið, væntar Hagstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423