Øki avbyrgt í Havn - maður funnin deyður

Øki avbyrgt í Havn - maður funnin deyður
Einki bendir á, at brotsverk er framt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn
Løgreglan hevur avbyrgt økið kring Landsbókasavnið í J.C. Svabosgøtu í Havn.
 
11.07.2024 - 11:19

Løgreglan hevur avbyrgt økið kring Landsbókasavnið í J.C. Svabosgøtu í Havn, eftir at ein maður var funnin deyður norðan fyri Landsbókasavnið.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í stuttum boðum, at eingin ábending er um, at brotsverk er framt móti manninum, men málið skal kannast neyvt.

 

 

Talan er um ein eldri mann, sum er funnin deyður, og avvarðandi eru kunnað.

Økið kring Landsbókasavnið er framvegis avbyrgt, og suðurgangandi koyribreytin á J.C.Svabosgøtu - móti Landssjúkrahúsinum - er eisini stongd fyribils, tí líkið var funnið tætt við vegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026