Vænta at seta stjóra á Landsverki fyri ólavsøku

Vænta at seta stjóra á Landsverki fyri ólavsøku
Sjey umsóknir eru til starvið
Sjey umsóknir eru til starvið sum stjóri á Landsverki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.07.2024 - 18:00

- Tað gongur framá at seta stjóra á Landsverki, og í løtuni eru vit í síðsta umfari av setanartilgongdini. 

Tað sigur Elin Mortensen, aðalstjóri í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, sum varðar av Landsverki. 

Væntandi verður stjórin settur fyri ólavsøku, sigur hon. 

 

Sjey umsóknir

Tá freistin at søkja starvið fór, vóru sjey umsóknir komnar.

Starvið sum stjóri á Landsverki er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Talan er tó ikki um tænastumannastarv. 

Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum.

Starvið er áramálssett í fimm ár, men møguleiki er at leingja setanina trý ár. Ein eyka viðbót verður latin fyri áramálssetan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858