Tríggir bilførar fingu klipp á Sandavágshálsi

Tríggir bilførar fingu klipp á Sandavágshálsi
Sambært broyting í ferðslulógini, sum kom í summar, fáa bilførarar nú klipp fyri at brúka handhildna telefon ella annað handhildið samskiftistól, meðan koyrt verður. (Savnsmynd)
 
15.07.2024 - 08:40

Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, tá politiið var á Sandavágshálsi um ellivutíðina í gjárkvøldið.

Tveir koyrdu ov skjótt, annar 105 km/t og hin 110 km/t.

Og ein fekk klipp fyri brúka telefon.

Sambært einari broyting í ferðslulógini, sum kom í summar, fáa bilførarar nú klipp fyri at brúka handhildna telefon ella annað handhildið samskiftistól, meðan koyrt verður.

Sektin fyri tað er eisini hækkað.

Hon er nú 1500 krónur.

Sektin var 1000 krónur.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV