Ursula von der Leyen heldur fram sum forkvinna í ES-tinginum

Ursula von der Leyen heldur fram sum forkvinna í ES-tinginum
Tá avtornaði fekk hon 401 atkvøðu í ES-tinginum
Nú er greitt, at Ursula heldur fram sum forkvinna í ES-tinginum fimm ár aftrat.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.07.2024 - 13:49

Ursula von der Leyen heldur fram sum forkvinna í ES-nevndini næstu fimm árini. 

Tað er greitt, eftir at limir í ES-tinginum hava atkvøtt.

Ursula von der Leyen fekk 401 atkvøðu, og tað var meira enn nóg mikið til tess at tryggja henni avgjørdan meiriluta at verða afturvald til starvið, sum hon hevur røkt síðani 2019.

Til evstu løtu var annars ógreitt, um Ursula von der Leyen fór at verða vald, tí hon er ikki væl umtókt í øllum ES-tinginum.

Og politikarar, bæði á høgra- og vinstraveingi, gjørdu greitt undan atkvøðugreiðsluni, at teir fóru ikki at velja hana.

Í 2019 var Ursula von der Leyen vald til forkvinnu í ES-tinginum við níggju atkvøðum í meiriluta, men hesa ferð var undirtøkan størri.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659