Spakin settur í til íbúðarøki í Leirvík

Spakin settur í til íbúðarøki í Leirvík
Tað eru íbúðir í einari og tveimum hæddum, sum skulu byggjast í Leirvík
Tað vóru umboð fyri Sp/f Mai 24, sum umframt borgarstjóran og formannin í Byggi- og býarskipanarnevndini í Eysturkommunu, ið vóru við til at seta spakan í
Mynd: eysturkommuna.fo  
 
23.07.2024 - 15:13

Í gjár var spakin settur í til íbúðarøkið í nýggjasta partinum av útstykkingini í Fløtugerði í Leirvík

Tað eru íbúðir í einari og tveimum hæddum, sum skulu byggjast.

Arbeiðið at projektera og fáa til vega byggiloyvi hevur gingið væl, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu síni. 

Nú verður farið undir at grava og gera byggibúgvið. Eftir ætlan fer arbeiðið at taka umleið 2 ár.

Tað er fyritøkan Sp/f Mai 24, ið eigur verkætlanina og fer at standa fyri allari bygging. 

Samstundis fer Eysturkommuna at leingja vegin við umleið 50-70 metrum fyri at betra um atkomumøguleikarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026