Teir bora í grønlendsku fjøllunum

Teir bora í grønlendsku fjøllunum
Tveir føroyingar hava gjørt eitt felag, sum í hesum døgum ger eitt spennandi boriarbeiði í grønlendskum fjøllum, tí vatnorkan skal útbyggjast har. Avbjóðingarnar eru nógvar
 
23.07.2024 - 11:37

Innast í Busksufjørðinum í Grønlandi - miðskeiðis millum Nuuk og Føroyingahavnina - arbeiða í hesum døgum nakrir føroyingar. Teir gera kjarnuboringar í sambandi við eina ætlan um vatnorkuútbygging har. Og avbjóðingarnar hjá teimum hava verið nógvar og spennandi.

Kristian Stórhamar úr Trongisvági og Martin Sivertsen úr Norðdepli, sum hava arbeitt nógv saman í undirsjóvartunnlum í Føroyum, hava tikið seg saman og gjørt eitt felag, ið bjóðar seg fram til slíkar uppgávur.

Nú eru teir sum sagt í Grønlandi. Og í Summarmorgni í morgun var samrøða við Kristian Stórhamar. Tú kanst hoyra hana her.

1687148

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532