Studentafeløg: Menstruatiónsvørur eiga at vera tøkar á vesunum á Setrinum

Studentafeløg: Menstruatiónsvørur eiga at vera tøkar á vesunum á Setrinum
Hóast føroysku studentafeløg hava heitt á Setrið um at hava menstruatiónsvørur tøkar á vesunum, so vísir Setrið til, at lestrarstuðulin dekkar hesar vørur
 
24.07.2024 - 12:01

Ráð teirra lesandi og Meginfelag Studenta hava heitt á Setrið um, at hava menstruatiónsvørur tøkar til tey lesandi á vesunum hjá Setrinum.

Hetta hevði verið eitt lítið átak hjá Setrinum, sum kann hava ómetaliga nógv at siga fyri summi lesandi, sigur Harriet Dam, forfólk í Ráð teirra lesandi.

"Um tú av onkrari orsøk ikki hevur eitt bind við tær, so er tað ein torfør støða, ið tú kemur frá," sigur hon. 

 

Mismunur á lesandi

Setrið hevur kannað, um tað hevur heimild til at syrgja fyri, at menstruatiónsvørur eru á vesunum. Men Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur víst á, at lestrarstuðul dekkar hesar vørur. 

Studentafeløgini vísa á, at lærdir háskúlar í øðrum Norðurlondum og í Bretlandi hava menstruatiónsvørur á vesunum, og tí skilja tey ikki, at tað ikki skal vera gjørligt í Føroyum eisini. 

Harriet Dam, forfólk í Ráð teirra lesandi, heldur, at hetta er at gera mismun á teimum lesandi, tí tað eru bara kvinnur, ið hava tørv á menstruatiónsvørunum. 

"Tað er meira enn helvtin av teimum, sum lesa á Setrinum, ið hava tørv á menstruatiónsvørum."

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. juni
E4_4K_TIL_NET_v3 - teknmálstulkað
192735
Mánadag 2. juni
KAKUMiKS (3:7) - teknmálstulkað
192723
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646