Síggja eisini skaðar av nikotinposum millum børn í Føroyum

Síggja eisini skaðar av nikotinposum millum børn í Føroyum
Markus Hvannastein, barnatannlækni í Klaksvík, vil hava myndugleikar at gera okkurt við
Mynd: Savnsmynd  
 
26.07.2024 - 17:16

Herfyri róptu danska tannlæknafelagið varskóg og mælti til at forbjóða ungum vaksnum millum 18 og 29 ár at brúka nikotinposar.

Ein kanning staðfesti illgrunan, ið mann hevði havt, at nógvir sjúklingar hava stórar tannskaðar orsakað av snúsi og nikotinposum.

Mislittar tenn og oyðilagdar slímhinnur eru millum trupulleikarnar, sum danskir tannlæknar siga seg síggja hjá teimum, sum nýta nikotinposar.

snusaris.jpg

Frítekst tagging: 

 

Síggja eisini skaðar í Føroyum

Í Barnatannrøktini í Klaksvík síggja tey, at børn heilt niður í 13 ára aldur brúka nikotinposar. 

Eingi hagtøl eru fyri nýtslu av nikotinposum í Føroyum. 

Í grannalondum okkara vísa hagtøl at 20 prosent av teimum 15 ára gomlu snúsa.

Markus Hvannastein, barnatannlækni, heldur at tølini mugu verða umleið tey somu her heima.

Hann vísir á, at avleiðingarnar av at snúsa eru álvarsligir, og Markus Hvannastein heitir á føroysku myndugleikarnir um at gera okkurt við, at børn og ung brúka nikotinposar.

1687791

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659