Mugu ikki missa Føroyar og Grønland

Mugu ikki missa Føroyar og Grønland
Bryn­dís Har­alds­dótt­ir, forkvinna í Norður­landaráðnum, rópar nú varskó
Bryndís Haraldsdóttir.
 
30.07.2024 - 09:20

Bryn­dís Har­alds­dótt­ir, forkvinna í Norður­landaráðnum, rópar nú varskó, tí bæði Føroyar og Grønland hótta við at fara úr norðurlendska samstarvinum.

Og tað má ikki henda, sigur hon við Morgunblaðið.

Bryndís Haraldsdóttir, sum var á ólavsøku, vísir til tað, sum løgmaður segði í røðu sínari í gjár.

Hann segði, at føroyingar eru farnir at missa tolið við Norðurlandaráðnum. 

Hálv øld 

Í hálva øld hava vit roynt at fáa fullgildan limaskap - til fánýtis, segði løgmaður.

Bryndís Haraldsdóttir stuðlar føroyskum limaskapi. 

Mute B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, hevur sagt, at hann er ikki við í norðurlendskum samstarvi longur.

Bryndís Haraldsdóttir sigur, at kanska fara føroyingar at gera tað sama.

Og vit eiga at hava bæði Føroyar og Grønland við, sigur hon við Morgunblaðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026