Føroya Symfoniorkestur og Eivør í Lívdini og DR Konserthúsi

Føroya Symfoniorkestur og Eivør í Lívdini og DR Konserthúsi
Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer Føroya Symfoniorkestur at spæla konsert í bæði Lívdini í Havn og Konserthúsinum hjá Danmarks Radio í Keypmannahavn
Eivør á pallinum saman við Mariusi og Føroya Symfoniorkestri
Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo  
 
06.08.2024 - 14:26

Hósdagin 8. og leygarkvøldið 10. august spælir Føroya Symfoniorkestur fyri fyrstu ferð í Lívdini í Havn og í Konserthúsinum hjá Danmarks Radio í Keypmannahavn.

Solistur verður eingin minni enn Eivør, ið má roknast sum bjartasta stjørnan í føroyska tónleikaheiminum.

Eivør hevur útgivið 10 fløgur í egnum navni, og hon hevur eitt nú arbeitt saman við Ásgeir Trausti, John Grant, Einar Selvik (Wardruna) og Dan Heath (Lana Del Ray). Í 2021 vann hon tónleikavirðisløn frá Norðurlandaráðnum, og sama ár fekk hon eisini riddarakrossin frá danska kongshúsinum.

Eivør hevur eisini gjørt tónleikin til Netflix-røðina The Last Kingdom og hevur framført í sambandi við 10-ára heiðurssýning hjá Game Awards í The Hollywood Bowl í Los Angeles.


Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo

 

Fjølbroytt konsertskrá

Fleiri føroysk tónaskøld eru á skránni á konsertunum hjá Føroya Symfoniorkestir. Frumframførsla verður av verkinum ”Tónar úr innastu tøgnini” eftir Sunleif Rasmussen.


Eivør var á pallinum saman við Føroya Symfoniorkestri, tá orkestrið spældi konsertir saman við Mariusi (Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo)

 

Eivør framførir egin løg, har Marjun Syderbø Kjelnes hevur skrivað tekstin, og Tróndur Bogason hevur útsett tónleikin fyri symfoniorkestur. Eisini syngur hon tveir sálmar.

Eftir steðgin framførir symfoniorkestrið 5. symfoni hjá Tjajkovskij. Symfoniin, ið er í fýra satsum, varð fyrstu ferð framførd í Mariinskij sjónleikarhúsinum í Sankta Pætursborg í 1888. Verkið verður mett sum eitt av størstu verkunum, sum Tjajkovskij skrivaði.


Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo

Bernhardur Wilkinson stjórnar Føroya symfoniorkestri til hesar heilt serligu og søguligu konsertirnar.

Konsertin í Lívdini er útseld, men enn eru nøkur atgongumerki eftir til konsertina í Keypmannahavn, boðar Føroya symfoniorkestur frá í tíðindaskrivi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098