Polio farið at ganga í Gasa

Polio farið at ganga í Gasa
Fyri fyrstu ferð í 25 ár er polio - barnalamningur - staðfest í Gasa. Tað er steinur oman á byrðu í krígsherjaða økinum
Støðan í Gasa stendur við og versnar. Nú er polio eisini staðfest í krígsherjaða økinum
Mynd: Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.08.2024 - 15:24

Støðan í krígsherjaða Gasa gerst alsamt meira vónleys.

Nú er staðfest, at eitt pinkubarn í Gasa hevur fingið herviligu sjúkuna polio - eisini nevnd barnalamningur. 

Hetta er fyrstu ferð í 25 ár, at polio er staðfest í Gasa.

Smittan fær ávaringarlampurnar at blinka enn sterkari, bæði á høvuðsborgini hjá ST og hjá ST-stovnunum WHO og Unicef.

Sambært ST eru fleiri túsund pinkubørn í Gasa ikki koppsett fyri polio, sum smittar sera illa. Tí er stórur vandi fyri, at polio fer at gera um seg har.

Á tíðindafundi á ST-høvuðsborgini í New York í gjár heitti ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, staðiliga á stríðandi partarnar um at leggja vápnini, so børn kunnu koppsetast fyri polio.

- Besta koppsetingin er friður og humaniter vápnahvíld beinanvegin, segði Guterres og helt fram:

- Undir øllum umstøðum er neyðugt við einum steðgi, einum polio-steðgi. Tað er ógjørligt at koppseta børn í einum krígsøki.

Áðrenn kríggið millum yvirgangsfelagsskapin Hamas og Ísrael brast á 7.oktober í fjør, vóru at kalla øll fólk í Gasa koppsett fyri polio. Síðani tá er at kalla eingin koppsettur, og nú er koppsetingartalið fallið til 89 prosent, meta heimsheilsustovnurin undir ST, WHO, og Unicef.

Antonio Guterres skírir heilsustøðuna hjá fólkinum í Gasa at vera í fríum falli.

- Og júst tá støðan ikki tóktist at kunna gerast verri, so kemur polio sum steinur oman á byrðu, staðfesti Guterres á tíðindafundinum í gjár.

WHO og Unicef fyrireika eina umfatandi koppseting av børnum í Gasa. Málið er at koppseta 640.000 børn undir 10 ár. 

Umframt at polio er staðfest í Gasa, tyngja eisini aðrar umfarssjúkur gerandisdagin hjá fólkinum har.

Her um okkara leiðir varð polio-sjúkan - barnalamningur - at kalla fyribeind miðskeiðis í fimmtiárunum, tá londini fóru at koppseta sínar íbúgvar. 

Í 1988 setti heimsheilsustovnurin WHO sær sum mál at beina fyri sjúkuni, og talið av tilburðum er síðani fallið heili 99 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749