Arbeiðsgevarar og maskinmeistarar farnir undir samráðingar

Arbeiðsgevarar og maskinmeistarar farnir undir samráðingar
 
19.08.2024 - 14:38

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið byrjaðu hósdagin 15. august, tá partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv fyri maskinmeistararnar í vinnu á landi.

Næsti samráðingarfundur verður mánadagin 26. august.

Upprunaliga gekk sáttmálin millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið út 1. juni í fjør, men av tí at samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini slitnaðu, var avgjørt at leingja sáttmálan til á midnátt 31. august í ár. 

 

Partarnir hava avtalað samráðingarfund aftur 26. august. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776