Tvífalt so nógvir næmingar eru í serflokki nú

Tvífalt so nógvir næmingar eru í serflokki nú
Í 2019 vóru 142 næmingar í serflokki í fólkaskúlanum, men í ár er talið farið upp um 300, vísa fyribils tøl hjá Undirvísingarstýrinum
Fyribilstøl frá Undirvísingarstýrinum vísa, at talið á næmingum í serflokki í fólkaskúlanum er farið upp um 300.
 
19.08.2024 - 12:27

Talið á fólkaskúlanæmingum, ið ganga í serflokki, er tvífaldað seinastu fimm árini

Í 2019 gingu 142 næmingar í serflokkum í fólkaskúlanum, men í ár er talið 301 næmingar, vísa fyribils tøl frá Undirvísingarstýrinum fyri hetta skúlaárið.

Men talið skal takast við fyrivarni. 

Í 2019 bleiv kunngerð um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð sett í gildi, og hetta vera ein av orsøkunum til, at talið er vaksið seinastu árini.

Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna hava báðar sent umsókn um at skipa serflokkar í sínum skúlum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum við Magnusi Tausen, fulltrúa í Undirvisingarstýrinum, og Jóhan Marna Stenberg, leiðara í Gula skúla á Argjum:

 

19082024_Serflokkar

 

Magnus Tausen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jóhan Marni Stenberg, leiðari í Gula skúla á Argjum. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659