Italska felagið Torino á vippuni til at keypa Dávid Reynheim

Italska felagið Torino á vippuni til at keypa Dávid Reynheim
Unga stórtalenið hjá HB, áleyparin Dávid Reynheim, kann vera á veg til italskan fótbólt
Dávid Reynheim er eitt tað mest eyðsýnda talentið í føroyskum fótbólti, og hann er nú ávegis til italskan fótbólt
Mynd: RSmedia / HB  
 
20.08.2024 - 13:54

Tað er langt síðani, og langt ímillum, at eitt kent felag úr einum av bestu fótbóltsdeildunum í Evropa vísir einum føroyskum fótbóltsspælara áhuga. 

Men tað er ein sannroyund, at italska felagið Torino, sum spælir í bestu italsku deildini, Seriu A, hevur bjóðað upp á HB-stórtalentið Dávid Reynheim.

Og HB váttar fyri In.fo, at felagið hevur tikið av tilboðnum. 

"Nú er tað upp til parntarnar at samráðast víðari, men vit eru nøgdir við okkara part og gleðast um, at spælarar hjá HB fáa slíkar møguleikar," sigur Símun Samuelsen, ítróttastjóri í HB við in.fo. 

 

Vunnið Seriu A sjey ferðir

Tað er lítið at ivast í, at áhugin frá Italia nokk hevur okkurt við ta sannroynd at gera, at italski Adolfo Sormani er venjari í HB. 

Torino spælir í Seriu A, og hevur vunnið bestu italsku deildina sjey ferðir. Seinast var í 1976. 

Fimm ferðir hevur Torino vunnið italsku steypakappingina. Seinast var í 1993. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094